24.10.2022

Vís og sig frá

Hvønn hósdag í samband við húsfundin fara vit framyvir at lurta eftir tykkum. Tit taka eitt ting við, sum hevur týdning fyri tykkum og so siga tit okkum frá, hvat tað er, hví tað hevur týdning, hvørjum tú hevur fingið tað frá o.s.fr. Tú velur sjálv/ur, hvat tú hevur hug at deila við okkum, men vit eiga øll okkurt, sum vit eru góð við ella sum hevur týdning fyri okkum, og vit tíma orduliga væl at hoyra um tað:) 

Um tú hevur hug at fortelja okkum um okkurt, sum hevur týdning fyri teg - tað kann vera eitt turriklæð frá okkum, eitt viskileður frá eini vinkonu, eitt kelidjór, ein bamsa ella okkurt heilt annað, so sig frá hjá einum av starvsfólkunum, so skriva tey teg upp.

Vit klára at hoyra frá 1-2 um dagin, so tað verður kanska ein løtu, áðrenn tú sleppur fram at, men tú skalt nokk sleppa:)