01.09.2022

Disko í Fuglafirði - ung

Leygarkvøldið 2. september er ætlanin at fara til Fuglafjarðar í diskotek í nýggja ungdómstilboðnum. Vit fara úr Bøgøtu kl. 21.00 og fara úr aftur Fuglafirði kl. 02.00.

Hetta er bert fyri ung frá 7. flokki og eldri, og krevur at foreldur/verji lesur og undirskrivar skjalið, umframt at tey ungu skulu gjalda 100,- kr (limir) ella 150,- kr, um ein ikki er limur. Tað er fyri atgongumerki og fyri buss.

Vit eru 3 vaksin, sum fara við: Hanus, Malena og Beinta og vit lova at ansa væl eftir teimum, men eingin sleppur við uttan at vit hava undirskrivaða skjalið. Skjalið finnur tú her 

Skalið mugu vit hava í seinasta lagið fríggjalvøldið 2. september kl. 21.00

Um tit hava spurningar ella ivamál, so eru tit vælkomin at ringja á 281810 (Beinta)