17.08.2022

So var hon endiliga her - tann nýggja Húsið-troyggjan

Er hon ikki bara kul?:) Tekna teg sum lim í Húsinum, og tú fært hesa mega-kulu troyggjuna púra ókeypis.

Tað kostar 350,- kr at tekna seg sum lim í Húsinum. Tú fært eina ókeypis hettutroyggju og eitt limakort, sum gevur tær onkrar fyrimunir í mun til ymisk tiltøk í Húsinum, men tú fært eisini -10% í Sport 24, -10% av vørum til skúlabrúks í Alfa Bókhandil og ókeypis lítið poppkorn og lítla sodavatn, tá tú fert í biograf í Atlantis - tað krevur tó, at tú hevur limakortið við tær

Limakortið er galdandi alt skúlaárið 2022/2023

Fyri at tekna teg sum lim, skalt tú fylla eitt tilmeldingarskjal út - tað fært tú í Húsinum ella í Dávavirkinum, ella tú kanst taka tað niður her - og bera tað aftur til eitt starvsfólk í Húsinum. Umfram tað, skalt tú gjalda 350,- kr kontant ella á okkara nýggja terminali. Minst til, at skjalið skal undirskrivast av antin foreldur ella verja.

Nú gleða vit okkum gott nokk at síggja tykkum hósdagin