31.07.2022

Skrúðgonga hósdagin 4. august kl. 15.00

Hósdagin 4. august vera vit partur av eini festligari skrúðgongu í samband við Summarfestivalin. Skrúðgongan byrjar í Klaksvíksgarðinum kl. 15.00, men vit hittast longu kl. 13.00 í Dávavirkinum at gera okkum klár.

Vit vóna at síggja nógv børn og ung í góðum lag og í festligum klæðum. Tit eru vælkomin at møta upp í búnum, litføgrum klæðum ella bara akkurát sum tit eru.

Vit gleða okkum at síggja tykkum øll aftur, og vóna at tit eru við uppá eitt sindur av festligheitum, áðrenn vit lata upp aftur sum vanligt 18. august kl. 13.00