23.06.2022

Loppumarknaður

Leygardagin 25. juni hevur Húsið loppumarknað í Spinnarínum. Vit fara at selja óbrúktar hettutroyggjur, t-shirts, matpakkar, powerbanks og ymiskt annað, sum vit eiga eftir av. Eisini hava vit rudda út úr goymsluni hjá okkum, so onkur brúkt brúksting verða at fáa, umframt restir av sodavatn, Mr. Lee og øðrum, sum vit ikki náddu at brúka, áðrenn vit fóru í summarfrí.

Umframt at Húsið sjálvt selur lutir, so hava eisini børn og ung rudda heima, og fara at hava borð, har tey selja sínar lutir - har verður helst eisini okkurt spennandi at finna:)

Kaffi og vaflur verða til keyps.

Vit lata upp kl. 11.00 og gevast kl. 17.00

Vit vóna sjálvandi at síggja nógv fólk