Húsið í summarfrí
So eru vit farin í summarfrí! Nei tvass, ikki orduligt, men allíkavæl:)
Húsið er ikki opið aftur fyrr enn hósdagin 18 august, men vit hava tó 2 tiltøk eftir á skránni, áðrenn vit orduliga fara niður í gear:)
Mikudagin 22. juni skipað vit fyri einum Hawaii-tiltakið í svimjihøllini fyri bæði børn og ung. Har verður summarstemningur, kappingar og hugni.Tiltakið er fyri øll frá 3. flokki til og við 18 ár. Tað kostar 60,- kr, men ert tú limur í Húsinum, so kostar tað 40,- kr (minnist til at hava limakortið við). Tiltakið byrjar kl. 19.00 og vit gevast kl. 22.00
Leygardagin 25. juni skipar Húsið fyri loppumarknaði í Spinnarínum frá kl. 11.00 til kl. 17.00. Vit eiga nakað av hettutroyggjum, blusum o.s.fr. eftir, umframt at vit hava rudda út. Eisini hava børnini og tey ungu møguleika at fáa eitt borð, so tey sjálvi kunnu selja ting og klæðir, sum tey ikki brúka longur, og harvið fáa nøkur oyru at halda summarferiu fyri. Møguleiki verður eisini fyri at keypa sær eina kaffimunn, eina sodavatn, eina vaflu ella okkurt annað gott. Vit vóna sjálvandi at nógv fólk koma niðan í Spinnaríið at heilsa uppá og kanska finna okkurt, sum tey kunnu brúka.
Tá tiltakið í Spinnarínum er liðugt, fara vit at slappa av í nakrar vikur, áðrenn vit aftur fara at gera klár at byrja í august, tá vit fara at taka ímóti nýggjum børnum úr 3. flokki í Bøgøtu og nýggjum ungum úr 7. flokki í Dávavirkinum. Vit gleða okkum longu.
Vit at ynskja tykkum øllum eina super, stuttliga og góða summarferiu.