21.06.2022

Elsa takkar fyri seg

Í dag er seinasti dagur hjá Elsu í Húsinum. Elsa hevur verið í starvsvenjing í Húsinum síðani beint eftir jól. Vit eru kedd av, at skula av við Elsu, men hon skal til Suðuroyar aftur at gera seg lidna við útbúgvingina sum hjálparfólk.

Elsa hevur verið ein fongur hjá okkum at hava í Húsinum. Hon hevur sjálv verið nógv í Húsinum sum yngri, so hon visti júst hvat hetta var, sum hon kom til:) Hon hevur dugað væl at vera saman við børnunum, hevur skipað fyri aktivitetum, verið við á starvsfólkafundum og verið røsk at taka hond í við tí praktiska. Umframt tað, so hevur hon lurtað og tikið við læru, tá vegleiðarin hjá henni, Elsebeth, hevur gjørt hana varhuga við okkurt ella hevur biðið hana lesa okkurt.

Vit fara at takka Elsu fyri, at hon valdi okkum sum starvsvenjingarpláss og ynskja henni alt tað besta. Kanska vit síggja hana aftur sum starvsfólk á ungdómsøkinum einaferð seinni:)