17.06.2022

Spillikassin - videolag

Teir eru raskir:) Hesa ferð eru vit spent at vísa tykkum, hvat teir hava fingið burturúr saman við Hans Edward og Eyðbjørn.

Upptøkurnar eru gjørdar í Varpinum (nýggja Mentanarhúsinum) týsdagin 31. mai 2022. Eyðbjørn Jacobsen hevur tikið upp og sett saman. Laila Johansen er fitta kaninin. Statistarnir eru alt ungdómar úr Húsinum

Adrenaline er ein bólkur sprottin úr LISTAROK, sum Hans Edward Andreasen varðar av. 

Sum altíð, so eru vit so sera stolt av teimum, og stolt av, hvussu nógv teir menna seg fyri hvønn sang teir gera:)

Videolagið kann síggjast her kl. 16.00 í dag