12.06.2022

Adrenaline við nýggjum sangi

Leygardagin 11. juni kom Adrenaline út við nýggjum sangi. Talan er um lagið Spillikassin. Vit halda, at sangurin er kul og fangandi (eins og bólkurin) og ivast ikki í, at vit øll fara at syngja við uppá hendan í summar:)

Lagið hevur Tórður skrivað saman við Hans Edward, meðan Tórður, Jónas og Hans Edward hava skrivað tekstin saman.

Við í bólkinum eru annars:

Jónas Jacobsen: sang og gittar

Tórður Sóleygarson: gittar og kór

Høgni Sørensen: trummir

Niclas Høgnesen: bass

 

Vit eru so pávastolt av teimum:).......og kunnu eisini avdúka, at fleiri spennandi tíðindi eru á veg frá teimum heilt skjótt, so.........stary tuned

 

Um tú hevur hug at hoyra sangin, so er tað at finna her.

Til ber eisini at fylgja Adrenaline á instagram: Adrenaline_Official1