12.06.2022

Húsið skipar fyri loppumarknaði í Spinnarínum

Leygardagin 25. juni fer Húsið at hava loppumarknað í Spinnarínum frá kl. 11.00 til kl. 17.00. Húsið sjálvt selur ymiskar restir av Húsið-hettutroyggjum, Húsið-handkløðum v.m fyri ein bíligan penga, umframt at vit eisini selja okkurt leskiligt til góman.

Tað sum tó ger júst hendan loppumarknaðin eitt sindur stuttligan er, at børnini og tey ungu eisini hava møguleika at selja lutir, sum tey ikki brúka meir. Tvs., at tey hava møguleika at hava sítt egna borð við sínum egnu lutum.

Um tú kennir eitt barn ella ein ungan, sum hevur hug at hava eitt borð, so er einasta treyt, at tey passa borið sjálvi á degnum, og at tey taka óseldu lutirnar við sær aftur. Tað einasta tey skulu gera fyri at fáa eitt borð er at boða einum av starvsfólkunum í Húsinum frá sum skjótast.

Húsið fer í Summarfrí týsdagin 21. juni, so hetta er seinasta sprell frá okkum, áðrenn vit byrja aftur í august

Síggjast í Spinnarínum leygardagin 25. juni