28.01.2022

Sement 2022

Fæst tú við tónleik? Kennir tú til Sement?

Nú er tónleikakappingin Sement aftur á skránni og tað merkir, at tú nú hevur møguleika at royna teg á einum palli. Tað eru bæði roynd og óroyndir tónleikarar, sum kunnu tekna seg, so hetta er eitt upplagt høvi at traðka fram.

Treytirnar fyri at luttaka standa niðanfyri og hevur tú hug at bjóða teg fram, so kanst tú melda til Her

 

SEMENT 2022
Sement er tónleikakapping í rútmiskum tónleiki – tann einasta av sínum slagi í Føroyum. Øll eru vælkomin at luttaka í kappingini – roynd og óroynd, kend og ókend og tónleikur innan allar sjangrur.

Freistin at tekna seg til Sement 2022 er 1. mars kl. 12.

Innleiðandi umførini verða 9. 16. og 23. apríl og finalan 30. apríl.
Treytir
Treytirnar fyri at luttaka á Sement eru hesar:

hvør bólkur hevur 15 minuttir á pallinum
øll løgini skulu vera egin løg og ikki útgivin áður
tónleikarar kunnu spæla í trimum bólkum men bert tveir tónleikarar kunnu ganga aftur í somu bólkum
bólkur, ið áður hevur vunnið Sement, sleppur ikki at luttaka