22.08.2021

Til Havnar vit fara........at hyggja eftir einari svakari dansiframsýning......kemur tú við?

Vit fara úr Bøgøtu til Havnar umleið kl. 17.00 fríggjakvøldið 27. august og eru her norðuri aftur umleið kl. 20.30

Tað kostar 250,- kr at koma við, um tú ikki ert limur í Húsinum og 200,- kr um tú ert limur. Eisini er snilt at hava nakrar krónir við til okkurt at eta - vit steðga á á Burger King, áðrenn vit seta leiðina niðan í Norðurlandahúsið

Av tí at vit bæði skulu leiga ein buss og keypa atgongumerkir til sýningina, so er neyðugt at tekna seg til túrin hjá einum av starvsfólkunum í seinasta lagi mikudagin 25. august - gjaldast skal við tilmelding. Tilmeldingin er bindandi. Eru spurningar ella ivamál, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á 271810.

Til ber at lesa meir um sýningina niðanfyri:)

 

Dansisýning: Punk A REBEL NEVER DIES
Ert tú til reiðar til eina rúkandi, uppreistrarsinnaða dansisýning?
Í Punk A REBEL NEVER DIES hitta vit uppreistrarfólkunum og uttanstrokunum, og koma andlit til andlits við uppreisturin bæði fyrr og nú. Uppreisturin, sum kann vera stórur, lítil – friðaligur, rópandi – æviga kollveltandi ella bert ein samdøgursfluga. 

Sýningin fevnir um punkrørsluna í 80unum og heilt til uppreistrarsinnaðu kreftirnar í nútíðini. Sýningin inniheldur tónleik frá ódeyðiligum hetjum so sum The Clash, The Rolling Stones, Dead Kennedys, Billy Idol og Generation X eins og nýggjan tónleik, ið er skrivaður av listaliga leiðaranum í Holstebro Dansekompagni, Joakim Pedersen. 

Á pallinum standa seks framførarar, og við fananívolskheit vísa tey ta megi, sum vit kunnu finna í uppreistri. Ein megi, sum býr í okkum tvørturum ættarlið og upphav. 

Sýningin er gjørd av Holstebro Dansekompagni, sum er alheims viðurkenda dansifelagið úr Holstebro, saman við Reumert vinnandi leikstjóranum og koreografinum Jacob Stage. Jacob Stage er kendur fyri serligu evni síni at skapa viðkomandi verk, sum fevna um ymiskar listagreinar og savna dans, sjónleik, filmsinstallatión, myndatøku og film. 

Í tøttum samlag við dansararnar og topp-tunaða listaliga toymið hevur Jacob Stage skapt eitt bæði rørandi og kraftmikið dansibrak av eini sýning, sum kveikir neistar bæði á pallinum og í áskoðarafjøldini. 

Uppseting: Jacob Stage 
Koreografi: Jacob Stage og Holstebro Dansekompagni
Tónleikalig fyriskipan og ljóð sniðgáva: Joakim Pedersen 
Pallsmíð: Signe Krogh 
Sniðgáva av leikbúnum: Åsa Gjerstad 
Ljós sniðgáva: Marcus Philippe Gustafsson 
Tónleikur: Joakim Pedersen, The Clash, The Rolling Stones, Dead Kennedys, Billy Idol & Generation X og Fatboy Slim 
Dansarar frá Holstebro Dansekompagni: Giorgia Reitani, Jasmine Gordon, Juame Luque Parellada, Jon Ipina, Elena P. Nielsen, Mikkel Alexander Tøttrup, (Rosie Stebbing/Carl Huges) 

Longd: 65 minuttir 

Aldursbólkur: 12 ár og eldri 

Sýningin varð frumframførd tann 22. oktober 2020 í Holstebro.

Sýningin er gjørd í samstarvi við REVA - The Faroese Dance Company