18.08.2021

Foreldrakunning

Hvørt ár fáa vit børn, sum júst hava fingið aldur at brúka Húsið, og tí vitja Húsið kanska fyri 1. ferð. Í Húsinum gera vit tingini kanska eitt sindur ørðvísi - tey fáa eitt sindur meira frælsi enn tit eru von við í barnagarði, skúla og frítíðarskúla, men tað merkir eisini, at børnini hava størri ábyrgd av at klára seg sjálvi. T.d. halda vit ikki skil á, nær børnini koma og fara, og vit boða ikki foreldrum frá, um børnini ikki eru komin.

Tað eru nakrir fáir reglar, sum vit ganga nokk so høgt uppi, men burtursæð frá tí, so hugna vit okkum og virða, at børnini velja at koma í Húsið í teirra frítíð.

Okkara royndir siga okkum, at tað tekur eina løtu hjá bæði foreldrum og børnum at venja seg við nýggju umstøðurnar, og at foreldur hava spurningar um ymiskt. Tí bjóða vit til foreldrakunning týsdagin 24.august kl. 18.30 á Bøgtu 5 - loftið í Atlantis.

Vit bjóða sjálvandi ein góðan kaffimunn og okkurt søtt afturvið. Vit gleða okkum at hitta tykkum