05.06.2021

Vinn ein dinosaurabúna

Seinastu dagarnar hava børn í Húsinum selt lutaseðlar, har tú kanst vinna ein dinosaurabúna.

Ætlanin var sjálvandi, at vit skuldu finna vinnaran eftir dinosaurakapprenningina á Norðoyastevnu (also í kvøld), men nú bleiv eingin Norðoyastevna.....øv!

Vit hava tí avgjørt, at møguleiki verður at keypa lutaseðlar heilt fram til 18. juni, og at vinnarin verður funnin 18. juni kl. 17.00.

Hetta kanst tú vinna:

1: Dinosaurabúni

2. Húsið power-bank

3. Húsið handklæði

4. Húsið fanny-pack

5. Húsið t-shirt

6. Húsið húgva

7. Húsið dunk

8. Húsið kortspæl

9. Húsið kortspæl

10. 2 x Húsið-krúss

Lutaseðlarnir kosta 10,- pr. seðil

Um onkur er áhugaður at keypa lutaseðlar, so er at seta seg í samband við okkum í Húsinum mánadag til fríggjadag frá kl. 13.00 til 17.00. Eisini hjartaliga vælkomin at detta inn á gólvið í Bøgøtu 5, so bjóða vit ein kaffimunn:)