29.04.2021

Lamas endaðu við tapi

Seinasta umfar í innandurakappingini varð leikt í gjár. The Lamas sum vóru nógv skerdir, endaðu kappingina við stórtapi. Teir manglaðu Sonnhard, Jónas og Kim og tapti heili 7-0 móti Blackburn Rovers.

Í hinum dystinum vunnu Ongan Kjans 9 - 3 á Team Súna.

Endaliga støðan er hendan:

  1. The Lamas, 19 stig, +10 mál
  2. Ongan Kjans, 17 stig, +12 mál
  3. Blackburn Rovers, 16 stig, + 17 mál
  4. Team Súni, 3 stig, -18 mál
  5. Team Húsið, 3 stig, -21 mál

Sum vinning fingu The Lamas gávukort frá Atlantis.

Vit ynskja Áron, Hanus, Sonnhard, Kim og Jónas tillukku.