08.04.2021

Drama í oddinum

Tað var drama í toppdystinum í gjár. Ongan Kjans møtti The Lamas og talan varð um ein sera javnan dyst. Jónas á Hædd fekk ein stoyt og sat á beinkinum leingi, meðan Ongan Kjans skuldi helst fingið eitt fríspark. Ongan Kjans vóru ikki nøgdur við 5-5 javnleikin. Hetta var fyrstu ferð The Lamas mistu stig.

Hin dysturin varð ikki eins spennandi: Team Húsið tapti 4-9 móti Blackburn Rovers (ið fingu hjálp frá Súna).

 

Støðan er nú hendan:

  1. The Lamas, 16 stig, +14 mál
  2. Blackburn Rovers, 12 stig, +12 mál
  3. Ongan Kjans, 10 stig, +10 mál*
  4. Team Súni, 3 stig, -10 mál*
  5. Team Húsið, 0 stig, -20 mál

*= ein dyst færri.

 

Mikudagin 14. eru hesir dystirnir á skrá:

Team Súni vs. Team Húsið
Ongan Kjans vs. Blackburn Rovers

 

The Lamas hava frí.