12.02.2021

Nýtt lag frá Adrenaline leygardagin 13. februar

Sunnudagin er Valentines dagur. Í tí sambandi hava vit lokkað Adrenaline til at gera ein Valentines sang. Teir hava sjálvir gjørt orð og lag við hjálp frá Hans Edward.

Adrenaline er ein bólkur, sum er mannaður av Tórur, Niclas, Høgni og Jónas, og sum varð settur saman gjøgnum Listarok. Teir hava verið ment seg, verið ágrýtnir og djarvir, og Hans Edward hevur verið teimum ein góður lærumeistari.

Hetta nýggja lagið er eitt deiligt lag við einum catchy niðurlag, so vit gleða okkum at spæla tað fyri tykkum øllum, so fylg endiliga við leygarkvøldið, tá tað verður tøkt kl. 00.01. Vit senda ein kærleiksfullan tanka til Høgna, Jónas og Hans Edward, sum allir eru til skips í løtuni, og tí ikki verða til staðar.