06.11.2020

Valfundur - ung

Hava tit finigð tað við?........Tað er kommunuval týsdagin:) Tað er so sera spennandi, og serliga spennandi er tað at vita, um nakar minnist til ungdómin. Hava tit gjørt vart við tykkum, og tykkara tørv og ynskir?

Mánakvøldið fáa tit møguleikan, tí tá koma umboð fyri 4 flokkar á vitjan í Dávavirkinum. Vit fara at spyrja tey onkrar spurningar, og tit fáa høvið at prátað við tey, áðrenn valið týsdagin.

Tey sum koma at vitja eru:

Paul Kjartan Matras, sum stillar upp fyri Javnaðarflokkin (listi C)

Sølvá Jansdóttir Joensen, sum stillar upp fyri Fólkaflokkin (listi A)

Emry Jo, sum stillar upp fyri Sjálvsstýrið (listi (D)

Annika Steintórsdóttir Biskopstø, sum stillar upp fyri Tjóðveldi (listi E)

Vit gleða okkum at hoyra, hvat hesi 4 halda um viðurskifti, sum ávirka tykkum ungu. Tí fara vit eisini at heita á tykkum um at svara spurnarkanningini á LARMA; sum verður klár í morgin - jú fleiri svara, jú fleiri viðkomandi spurningar kunnu vit seta.

Minnist til, at um tú ikki sigur, hvat tú meinar um ymisku viðurskiftini í kommununi, so kann eingin taka hædd fyri tínum sjónarmiðum - ger tína rødd hoyrda.