15.09.2020

Verkstova í Íverksetarahúsinum - Hvør eri eg nær?

Til hesa verkstovuna hitta vit Anniku S. Biskopstø @annikabiskopsto. Anniku kenna vit sum hana sjálva í sjónvarpinum, í útvarpinum og á netinum. Vit kenna hana eisini sum lærara, sum starvsfelaga, sum hugleiðara, og sum hana, sum einaferð arbeitti í Húsinum. Hon er eisini hin, ið fyriskipar umhvørvistiltøk, jólatiltøk, og so víðari. Afturat hesum er hon mamma, kona og stórasystur hjá vinkonuni hjá stórusystur tínari. Og so var hon einaferð Sporty Spice í fyrrverðandi Spice Girls lookalike bólkinum í Klaksvík. ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
Eins og Annika, hevur eisini TÚ ymiskar leiklutir ígjøgnum lívið. Við hvørt gert tú akkurát sum tú vilt, men onkuntíð gert tú líka sum hini. ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
Hugsa um tað: Hvør ert tú nær? Og hví? Nær ert tú TÚ og nær ert tú ONNUR? Og hví ert tú NÚ tú, og TÁ ert tú onkur onnur? ⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
???? Kom við uppá LOFTIÐ, 15. Septembur kl.18:45-21:00, har vit fara at blíva klókari uppá okkum sjálvi.⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
???? Vit eru í Íverksetarahúsinum, á Garðavegi 57. Aldursbólkurin er frá 7.flokki til og við 18 ár.⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
???? Vit eta ælaboga spaghetti, tí tað er gott nokk for óinteressant bara við einum liti.⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀
???? P.S. Tey fyrstu fáa sápubløðrir!⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀⠀