03.09.2020

LiSTaRok byrjar aftur, og er klárt til nýggjar tilmeldingar

Listarok - eitt tilboð um tónleik:)

Tilboðið er galdandi fyri børn og ung í 3. flokki til og við 10.flokki

Listarok varð stovnað við tí fyri eygað at stuðla undir nýggjum tónleikarum innan tann rútmiska tónleikin - tvs., at vit royna at fáa børn og ung at spæla tónleik saman, og at vit vilja skapa tónleikabólkar

Listarok er skipað so, at ein fær 45 min solo-undirvísing um vikuna - í tí ljóðføri ein er áhugaður í

Tað er ikki neyðugt at duga at spæla nakað ljóðføri, áðrenn ein teknar seg

Tá Undirvísarin metir, at tú ert klár/ur at spæla í einum bólki - verður tú sett/ur saman við øðrum í ein bólk

Kostnaður: 100,- kr um mðr. pr. næming (skal gjaldast kontant við 1. venjing hvønn mðr.)

 

Hvar:                 Dávavirkið

Nær:

                         Týsdag: 13.00 - 17.00

                          Mikudag: 13.00 - 17.00

                          Fríggjadag 13.00 - 17.00

 

Hvussu tekni eg meg: Tú teknar teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum

Undirvísingin byrjar í viku 37, men tú kanst tekanð teg, tá tú hevur hug

Undirvísari er Hans Edward Andreasen

 

GG! Vit skulu gera vart við, at Listarok ikki er ætlað í staðin fyri undirvísing á Tónlistaskúlanum, men sum eitt ískoyti, um tú ert áhugaður í at spæla rútmiskan tónleik, og við tíðini at spæla í einum bólki.

Um hetta hevur tín áhugað, so veitst tú, hvat tú skalt gera…….skunda tær at tekna teg, tí her er bara avmarkað pláss.