04.09.2020

Køkupyntingarkapping - børn

Í dag fara vit í kapping um í at prýða køkur. Øll fáa hvør sítt stykki av køku, og massar av litaðum glasuri og krymmel at prýða við. Øll sleppa at royna seg, og vit finna 3 vinnarar - ein fyri flottastu køki, ein fyri stuttligastu køku og ein fyri mest kreativu køkuna.

Royndirnar siga okku, at tað verður ikki heilt lætt at finna vinnararnar, tí vanliga eru børnini serstakliga kreativ, og duga væl at fáa køkurnar at síggja gott út.

Onkur lítil vinningur verður til vinnararnar, og vinnararnir fáa eisini eitt diplom heim við:)

Vit eru spent at síggja allar køkurnar:)