30.08.2020

Undirtøkan fyrstu vikuna í Húsinum eftir summarfrítíðina

Hendan fyrsta vikan hevur verið rokalig....og stuttlig. Tað hevur verið deiligt at síggja kend andlit aftur, og ikki minst at bjóða nýggjum spentum andlitum vælkomin:)

Undirtøkan hesa fyrstu vikuna, hevur verið fantastisk. 

Hjá børnunum hava vit havt 117 ymisk børn á vitjan - tað mesta uppá ein dag hevur verið 82 børn, men tilsamans hava tað verið 344 vitjanir - vit kundu ikki havt droymt um betri undirtøku.

Hjá teimum ungu hava tað verið 104 ymisk andlit hesa vikuna. Tað mesta uppá eitt kvøld hevur verið 74 ung, men tilsamans hava tað verið 321 vitjanir hesa vikuna.

Nú gleða vit okkum at síggja øll aftur í morgin - kanska okkurt nýtt andlit verður at síggja:) Í øllum førum er ætlanin at hava tað stuttligt:)