12.08.2020

Húsið letur ikki upp 18. august

Korona Skorona!

Nú korona aftur ger um seg, so er avgerð tikin um, at Húsið ikki letur upp, sum ætlað 18. august. Hetta tí vit ikki klára at halda tilmælini um frástøðu.

Vit gleða okkum tó at síggja tykkum øll, at taka ímóti einum nýggjum 3. flokki, so vónandi verður tað ikki so leingi at bíða.

Vit siga frá aftur, tá vit vita eitt sindur meir, so fylg endiliga við