13.05.2020

Kemur tú við á festival?

Meiningin var, at vit skuldu hava pyjamas-party fyri børini, áðrenn vit fóru í páskafrí. Tað varð sjálvandi av ongum, og nú verður trupult at savna so nógv børn, sum vanliga teknað seg til pyjamasparty, í okkara hølið í Bøgøtu!

Vit hava tó roynt at hugsa okkum eitt sindur um, tí vit vita, at børnini elska at koma í Húsið til pyjamasparty. So........nú hava vit funnið uppá ráð:) - Vit fara at bjóða út til Húsið-festival:)

G! Festivalurin eigur papptelt, sum á myndini. Tey hava vit nú keypt, og bjóða inn til Húsið-festival ein góðveðursdag í juni - vit vita ikki júst hvønn dag, men tað verður ein dag, har børnini hava frí dagin eftir, og tá tað ikki regnar ov illað og ikki er ov nógvur vindur.

Ætlanin er, at málað teltini áðrenn, so vit kunnu vera so festlig og sjónlig sum møguligt.

Um tú hevur hug at koma við á Húsið-festival eitt kvøld í juni, so er umráðandi, at tú teknar teg innan 4. juni 2020.

Treytin fyri at tekna seg er, at tú gongur í 3. flokki ella eldri, men ikki ert farin í 8. flokk.

Tað kostar 100,- kr fyri limir og 200,- kr fyri tey, sum ikki eru limir.

Tú teknar teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum. Minst endiliga til, at fáa loyvi frá foreldur ella verja.

Um tú enn ikki ert limur, so hevur tú møguleikan at tekna teg sum lim samstundis. Tað kostar 300,- kr at gerast limur, og tá fært tú eisini eina kula nýggja hettutroyggju við endurskyni. Limakortið er galdandi skúlaárið 2020/21 (meir kann lesast um tað aðrastaðni á síðuni.

Vit gleða okkum at royna hesi stuttligu telt, og gleða okkum eisini til ein festival saman við tykkum.