02.04.2020

Takk fyri prátini øll somul:)

Vit hava tosað við nógv ung í telefon. So deiligt at hoyra málið í teimum aftur, og at hoyra, at tey eru við gott mót, hóast eisini tey halda, at hetta gerst eitt sindur langligt.

Spurd, hvat tey fáast við hesar dagarnar, so siga nógv av teimum, at tey hava nógv skúlating at gera, onkur er til arbeiðis, tey spæla teldu, krúlla sær hárið, hyggja film, koyra biltúr, ganga túr við hundinum, koyra skutara o.s.fr. Tað sum tó er felags fyri øll er, at tey eru nógv heima, og koma ikki so nógv saman við nøkrum. 

Haldi, at vit tora at siga, at okkara ungu hava tikið tilmælini til sín.

Tað var so deiligt at sleppa at siga hey við tykkum. Fingu eisini onkur tíðindi, lærdu okkurt um tindasvín og fingu onkur tips um onkrar góðar røðir á stroyming tænastunum:)

Vit gleða okkum at sleppa at lata upp aftur, men inn til tá, so mugu tit øll hava tað so gott, og eini orduliga góð páskir (kanska við ongum skúlatingum).