05.02.2020

Myndakapping ung - kærleiki

Í samband við, at tað er kærleiksvika í Húsinum í næstu viku, so skjóta vit hervið eina nýggja myndakapping í gongd. 

Evnið er....tada.....kærleiki:) Hvussu hevði tú lýst kærleika, og hvar, og í hvørjum, sært tú kærleika?

Ja, vit gleða okkum at síggja, hvussu tit fara at lýsa evnið:)

Treytirnar fyri at vera við eru so sera einklar:

- Tú skalt ganga í 7. flokki, og ikki verða blivin 19 ár, tá kappingin endar

- Myndin skal vera tikin við eini telefon

- Myndin skal leggjast á instagram #jazzhusid í seinasta lagi hóskvøldið 13. februar kl. 23.59

Vit finna ein vinnara, sum fær 2 atgongumerkir til Atlantis við sodavatn og poppkornið