11.01.2020

Húsið umsitir nú eisini venjingarhølini í Dávavirkinum

Hevur tú tørv á einum venjingarhølið? So er bara at seta teg í samband við okkum, tí vit hava einki minnið enn 5 venjingarhølir at leiga út - 4 minnið hølir og eitt stórt hølið.

Venjingarhølini í Dávavirkinum eru góð hølir, sum eru gjørd til at venja rútmiskan tónleik í. Har aftur at eru tey útgjørd við einum trummusetti, einum bassforsterkara og einum sanganleggið, so tað er so nemt so nemt at leiga seg inn.

Tað kostar 500,- kr um mðr at leiga seg inn í tey smærru hølini og 1500,- kr um mðr at leiga seg inn í tað stóra hølið. Tá fært tú ein lykil, so tú hevur atgongd til hølið, sum tú leigar, 24 tímar um døgnið. Tó skalt tú gjalda 50,- kr í depositum pr. lykil omaná sjálvan leigukostnaðin

Vit hava eisini eina drop in-tænastu. Tað merkir, at tú kanst bara møta upp, so fært tú atgongd til eitt hølið. Tað kostar 200,- kr, men tá fært tú ongan lykil, so tá tú ert farin út, so er leigumálið liðugt. Um eingin er har, so ringir tú 281810, og onkur kemur at lata upp.

Vit skulu eisini gera vart við, at gjaldast skal fyri hølið beinaveg, um ikki onnur avtala er gjørd. Til ber at gjalda kontant ella við korti.

Sum nakað nýtt, so er eisini ein pallur bygdur í stóra hølinum í Dávavirkinum, so til ber at hava konsertir. Mánadag, mikudag, hósdag, fríggjadag og leygardag er altíð fólk í Dávavirkinum frá kl. 19.30, so um tú hevur hug at testa onkur løg á palli, so hevur tú altíð eitt publikum hesar dagar. Sigast skal tó, at enn er einki annlegg á pallinum, so tað mugu fólk sjálvi skipa fyri

Vælkomin í Dávavirkið