19.11.2019

Jólagalla fyri børn

Týsdagin 3. desember 2019 verður stórt jólagalla fyri børnum í Húsinum. 

Eins og seinasta ár, skipa vit aftur í ár fyri jólaveitslu fyri børn. Hetta pagar at vera nakað tey gleða seg til, og sum vit starvsfólk eisini gleða okkum til:)

Í ár er tað galla við stórum G, so vit hugsa, at tú kemur so flott/ur, sum tú kanst verða. Vit skulu nokk syrgja fyri, at tað er hugnaligt at koma inn, at tú fært okkurt at eta, og at vit fara at hava tað bæði hugnaligt og stuttligt:)

Um tú hevur hug at sleppa við í galla, so skalt tú vera limur í Húsinum og gjalda 100,- kr til eitt av starvsfólkunum í seinasta lagi hósdagin 28. november.

Um tú ikki ert limur, men kundi hugsað tær at tekna teg sum lim, so skalt tú fylla eitt skjal út (hetta fært tú frá starvsfólkunum) og gjalda 300,- kr fyri at gerast limur. Síðani kanst tú teknað teg til jólagalla fyri 100,- kr.

Vit gleða okkum sum smábørn, so skunda tær at tekna teg, so vit ikki fara at sakna teg:)