15.10.2019

Myndakapping oktober 2019 - ung

Í Oktober var myndakapping í Húsinum undir heitinum: Ungdómsmentan - Hvat gerst tú, tá mamma tín ikki sær?

Vit høvdu ein heilan mánaða, har ungdómurin fekk høvið at vísa í myndum, hvussu ungdomsmentan anno 2019 sær út. Treytirnar vóru einklar. Myndin skuldi takast við eini fartelefon, og skuldi leggjast á instagram við frámerkinum #jazzhúsið, innan oktober-mánaði var úti.

Vit fingu Eyðbjørn Jacobsen til at velja vinnaramyndina. Ranja, sum tit síggja mitt á myndini, vann kappingina við eini sera kreativari mynd, og fekk vinningin.

Takk fyri, at tit tímdu at vera við:)