Húsið's got Talent Junior

Ja, sjálvandi skulu børnini eisini sleppa at vísa síni talentir fram.

Mikudagin hava øll børn frá 3. flokki til og við 6. flokk kjans at koma oman í Húsið at vísa okkum, hvørji talentir tey hava.

Tilmelding fer fram frá mánadegnum 16. september til mikudagin 18. sdeptember kl. 13.30

Vit vóna at síggja nógv børn og gleða okkum at síggja, hvørji talentir tit hava funnið fram.

Sjálvandi verður eisini ein vinningur

Byrjar:
18.09.2024 - KL. 14:00
Endar:
18.09.2024 - KL. 16:30

Komandi tiltøk

23 september
2024
Virkið Heyst: Vit byggja ein varða
Í samband við Virkið Heyst, so fara vit í Húsinum at byggja ein varða, sum skal standa uttanfyri Húsið. Í tí sambandi fara vit at ganga okkum eon túr niðan í Borðoyavík mánadagin at samla steinar, sum vit síðani fara at mála, sum so síðani skal blíva til ein litríkan og ymisktlittan varða. Øll eru…
25 september
2024
Virkið Heyst: Vit syngja Karaoke - ung
Hevur tú ein sangara í búkinum? Í kvøld fara vit at syngja karaoke. Vit finna stóra skýggjan fram, so øll kunnu syngja við. Í tryggum umhvørvi kanst tú nú royna teg sum sangara. Gongur tað orduliga væl, so er kanska pinnastilt.....ella kanska syngja øll við. Í øllum førum er eingin orsøk at halda t…
26 september
2024
Virkið Heyst - Borðspælskafe í Varpinum
Dámar tær væl at spæla borðspøl? Hesa ferð bjóðar Húsið inn í Varpið at spæla borðspøl. Vit hava øll hugsandi spøl, og øll eldri enn 13 ár eru hjartaliga vælkomin. Vit vóna sjálvandi at síggja nógv fólk - ung sum vaksin til hesa fyrstu borðspælskafeina í Varpinum Vit bj´óða sjálvandi eisini ein ka…