Dugur tú at gera eina kula plakat?

Vit hava tørv á eini kulari plakat til diskotekið 20. oktober, og vit duga kanska ikki so væl......dugur tú?
Einasta krav til plakatina er, at hon skal vera kul, og at tað stendur á henni, at hetta er eitt rúsfrítt diskotek fyri øll ung frá 7. flokki og upp. Dagurin er 20. oktober frá 22.00 - 02.00. Kostnaður 50,- kr (limir 0,- kr). Alkoholmetur er á staðnum.
Um tú hevur tørv á fleiri upplýsingum, so spyr endiliga.
Vit vilja fegin hava plakatina klára teldutøka 1. oktober
Vit taka okkum rættin til at velja eina ella fleiri av plakatunum og brúka tær at lýsa tiltakið við.
Brúka vit títt uppskot, so fært tú en av nýggju Húsið-keppunum, og heiðurin av at verða vald/ur:)
Byrjar:
18.09.2023 - KL. 00:00
Endar:
01.10.2023 - KL. 19:30
Komandi tiltøk
18
september
2023
Dugur tú at gera eina kula plakat?
Vit hava tørv á eini kulari plakat til diskotekið 20. oktober, og vit duga kanska ikki so væl......dugur tú?
Einasta krav til plakatina er, at hon skal vera kul, og at tað stendur á henni, at hetta er eitt rúsfrítt diskotek fyri øll ung frá 7. flokki og upp. Dagurin er 20. oktober frá 22.00 - 02.00…
21
september
2023
Teknikapping - børn
So skjóta vit teknikappingina í gongd.
Hesa ferð er evnið skógvar. Tað merkir, at tú skalt teknað ein kulan skógv. Tað er líkamikið hvat slag av skógvi tað er, og tú kanst eisini uppfinna tín egna skógv - tað skal bara vera ein skógvur.
Um tú eisini klárar at geva honum eitt navn, so ongantíð betu…
21
september
2023
Kunningar Quiz - Børn
Hósdagin 21. september verður ein kunningar quiz á loftinum. Veist tú nógv um Húsið? Kom og vís okkum hvussu nógv tú veist :D