Loppur í Atlantis

Leygardagin 30. september vakna loppurnar í Atlantis:)
Her er alt frá linoleum til køliskáp til amboð til klæðir til innbúgv til teldir til hátalarar til handkløð o.s.fr.
Umframt tað, so selur Húsið-kioskin eisini poppkorn, sluch ice og soft ice.
Vit hava opið frá kl. 11.00 til kl. 17.00, so tú hevur heilt sikkurt eina løtu til at gera kuppið.
Kom ein túr framvið og heilsa uppá - kanska tú eisini finnur okkurt spennandi:)
Byrjar:
30.09.2023 - KL. 11:00
Endar:
30.09.2023 - KL. 17:00
Komandi tiltøk
18
september
2023
Dugur tú at gera eina kula plakat?
Vit hava tørv á eini kulari plakat til diskotekið 20. oktober, og vit duga kanska ikki so væl......dugur tú?
Einasta krav til plakatina er, at hon skal vera kul, og at tað stendur á henni, at hetta er eitt rúsfrítt diskotek fyri øll ung frá 7. flokki og upp. Dagurin er 20. oktober frá 22.00 - 02.00…
21
september
2023
Kunningar Quiz - Børn
Hósdagin 21. september verður ein kunningar quiz á loftinum. Veist tú nógv um Húsið? Kom og vís okkum hvussu nógv tú veist :D
22
september
2023
Poppkorn-dagur
Fríggjadagur er vanliga bommdagur í Húsinum - tað merkir, at børnini sleppa at keypa bomm í lítlu kioskini hjá okkum.
Fríggjadagin hava vit avgjørt at tendra poppkornmaskinuna, so tá ber til at keypa poppkorn í kioskini.
Poppkorn kostar 10,- kr, um tú ert limur og 15,- kr, um tú ikki ert limur.