Diskotek fyri børn
So er aftur tíð til at dansa okkum heit:)
Fríggjakvøldið 6. september far vit at hava diskotek fyri børn. Tað plagar at vera stuttligt. Vit dansa og gera onkur stuttlig dansispøl
Tað er ókeypis at koma í diskotek, men vit hava sjálvandi ein lítla sodavatnsbarr, sum fer at selja slush ice, ískaka, sodavatn og snacks fyri ein bíligan penga. Kanska snilt at hava nakrar krónir við.
Byrjar:
06.09.2024 - KL. 18:00
Endar:
06.09.2024 - KL. 21:00
Komandi tiltøk
20
apríl
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
21
apríl
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganag ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei - Húsið er eisini opið sum vanligt.
22
apríl
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum