Jólafrokostur - børn

So er tíðin aftur komin til at hava jólafrokost:)

Tað plagar at vera bæði stuttligt og hugnaligt, tá børnini hava jólafrokost, og tað rokna vit heilt vist við, at tað eisini verður í ár.

Vit hava fingið Gepetto at gera teimum eitt lekkurt kalt borð við øllum tí, sum børnini hava ynskt og halda vera lekkurt. Vit fara at fáa rís a la mande, og onkur fer at fáa mandluna.

Sanghefti er klárt og vit hava skipa fyri onkrum undirhaldi, so nú manglar okkum bara børnini:)

Um tú hevur hug at vera við til jólafrokostin, so er bert at tekna teg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum. Tað kostar 100, kr fyri limir og 150 ,- kr fyri onnur.

Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin kl. 17.00

Vit byrja kl. 18.00 og fara heim kl. 21.00

Vit gleða okkum at síggja nógv jólaglað børn

Byrjar:
29.11.2022 - KL. 18:00
Endar:
22.11.2022 - KL. 21:00

Komandi tiltøk

20 juni
2025
Húsið í summarfrí
So fara vit í summarfrí. Hugni tykkum og ansið væl eftir tykkum sjálvum og hinum:) Síggjast aftur í august