Teaturbólkur - ung

Ja, nú hava vit Hanus, so nú er tíðin komin at royna okkum við teatur, skemti og leiki. Hanus leiðir eina verkstovu, har teatur av øllum slagi er á skránni. Øll eru hjartaliga vælkomin, roynd sum óroynd - kanska okkurt stuttligt kemur burturúr:)

Verkstovan verður mánadagar frá kl. 20.00 úti í Dávavirkinum. Ikki er neyðugt at tekna seg í fyrstu atløgi, men møti endiliga bara upp og tak eisini fegin onkran við

Fyrsta verkstovan verður mánadagin 7. november kl. 20.00

Byrjar:
30.01.2023 - KL. 20:00

Komandi tiltøk

11 oktober
2026
Vit fara í heystfrí
Húsið hevur stongt fyri bæði børn og ung í heystfrítíðini - vit lata tó vælhvíld og við uppá tað upp aftur mánadagin 20. oktober 2025. Hugni tykkum og sov nokk:)
19 oktober
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
19 oktober
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur