Andarúm - ung

Hevur tú eisini hug at fáa eitt sindur av frið í tín kropp og títt sinn?, so kom til Andarúm, har Ragnhild fer at hjálpa okkum at arbeiða við øllum kroppinum við smáum og neyvum rørslum, samstundis sum vit læra okkum at anda djúpt.

Venjingarnar styrkja kroppin, gera liðirnar smidligari og geva ró í sinni. Venjingarnar verða lagdar til rættis við íblástri frá pilates, yoga, callanetics og qi gong.

Hendan løtan fer at ganga fyri seg í Bøgøtu, og øll ung, sum hava hug at royna hetta,  eru vælkomin. Dávavirkið hevur opið sum vanligt

Byrjar:
30.11.2022 - KL. 21:00
Endar:
30.11.2022 - KL. 21:30

Komandi tiltøk

29 oktober
2026
Rørslu- og spældagur
Hósdag er rørsla og spæl á skránni. Kanska vit gera yoga, kanska vit gera just dance ella kanska vit jonglerað ein bólt. Hvør veit, hvat vit í felag kunnu finna uppá, men í øllum førum fara vit at røra okkum og spæla
29 oktober
2026
Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kan…
29 oktober
2026
Vit fara at seyma
Í kvøld kemur Unn Baldursdóttir at leggja okkum lag á at seyma. Vit vóna, at øll klára at gera okkurt, sum tey kunnu taka heim við, og at tit hava lært okkurt, sum tit eisini kunnu brúka heima. Um tú eigur onkur gomul klæðir, ella onkrar restir av onkrum, so ert tú vælkomin at taka tað við. Hetta…