Konsert við Adrenaline og Páll Brim

Ja, nú nærkast Norðoyastevnan, og sjálvandi skulu vit gera okkurt burturúr tí:)

Vit hava fingið Adrenaline, sum beint nú eru við at leggja seinastu hond á nýggj løg, og sum í næstum fer undir at gera sítt fyrsta videolag, og Páll Brim, sum júst nú hevur givið eitt nýtt staklag út, at koma at spæla nøkur løg fríggjakvøldið 27. mai kl. 21.30

Vit eru mega spent at hoyra bæði Adrenaline og Páll Brim og vóna at síggja nógv fólk

Konsertin er ókeypis og øll eru vælkomin - ung sum eldri.

Um tú hevur hug at stuðla videolagnum hjá Adrenaline, so kanst tú gera tað við at keypa eina av nýggju Limited Edition Adrenaline t-shirtunum fyri einans 150,- kr. Til ber eisini at stuðla á annan hátt, men mest umráðandi er, at um tú hevur hug at koma, so kom endiliga og tak fegin onkran við:)

Møguleiki er eisini at vinna eina Adrenaline tshirt. Tað einasta tú skalt gera er at fara inn á instagrambrúkaran adrenaline_official1 á instagram, og gera tað sum stendur har:)

Vit koyra uppá eitt adrenaline rush og vóna, at tú eisini fert at gera tað:)

Síggjast á Norðoyastevnu í Dávavirkinum

Byrjar:
27.05.2022 - KL. 21:30
Endar:
27.05.2022 - KL. 23:59

Komandi tiltøk

09 mars
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
10 mars
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganag ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei -  Húsið er eisini opið sum vanligt.
11 mars
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum