Til Vestmanna vit fara - ung
Leygarkvøldið 7. september er ætlanin at fara at vitja Staðið - ungdomshúsið í Vestmanna. Vit taka Attika og Adrenaline við okkum, og teir fara at framføra nøkur løg fyri vestmannaungdóminum og sjálvandi eisini fyri okkum sum fara við úr Klaksvík
Vit fara við bussi úr Bøgøtu kl. 19.30 og eru heima umleið kl. 01.00 - møguliga eitt sindur seinni.
Tað kostar 100,- kr (75,- kr um tú ert limur) at koma við bussinum, so um tú ætlar tær tað, so tekna teg hjá einum av starvsfólkunum í kioskini.
Vit gleða okkum at fara 'on the Road' við tykkum og ikki minst til at heilsa uppá Gabriel og tey ungu í Vestmanna
Seinasta freist at tekna seg er mikudagin 4. september kl. 23.00
Byrjar:
07.09.2024 - KL. 19:30
Endar:
07.09.2024 - KL. 01:00
Komandi tiltøk
11
oktober
2026
Vit fara í heystfrí
Húsið hevur stongt fyri bæði børn og ung í heystfrítíðini - vit lata tó vælhvíld og við uppá tað upp aftur mánadagin 19. oktober 2026.
Hugni tykkum og sov nokk:)
19
oktober
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
19
oktober
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur