Til Vestmanna vit fara - ung
Leygarkvøldið 7. september er ætlanin at fara at vitja Staðið - ungdomshúsið í Vestmanna. Vit taka Attika og Adrenaline við okkum, og teir fara at framføra nøkur løg fyri vestmannaungdóminum og sjálvandi eisini fyri okkum sum fara við úr Klaksvík
Vit fara við bussi úr Bøgøtu kl. 19.30 og eru heima umleið kl. 01.00 - møguliga eitt sindur seinni.
Tað kostar 100,- kr (75,- kr um tú ert limur) at koma við bussinum, so um tú ætlar tær tað, so tekna teg hjá einum av starvsfólkunum í kioskini.
Vit gleða okkum at fara 'on the Road' við tykkum og ikki minst til at heilsa uppá Gabriel og tey ungu í Vestmanna
Seinasta freist at tekna seg er mikudagin 4. september kl. 23.00
Byrjar:
07.09.2024 - KL. 19:30
Endar:
07.09.2024 - KL. 01:00
Komandi tiltøk
21
september
2026
Kreativur dagur - børn
Mikudagur er kreativur. Kanska vit tekna, klippa, gera slím, gera negl ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í ølkum førum at vit brúka okkara kreativu evnir mikudag
21
september
2026
Hevur tú áhuga í at spæla tónleik? - ung
ListaRok byrjar aftur í dag.
Um tú hevur hug at spæla tónleik, so hittast vit á loftinum í Húsinum í kvøld kl. 20.00.
Tað er ikki neyðugt at duga at spæla eitt ljóðføri, men tað er umráðandi at hugurin er har, og at tú hevur hug at spæla í einum bólki.
Vit eru spent at vita, hvat kann koma burtur…
21
september
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur