Innandura fótbóltur - Ung
Nú fara vit endiliga at spæla fótbólt aftur :D
Hesaferð verða liðini gjørd soleiðis at grannaløgini eru í sama liði. Tvs. at gerðamenn eru í parti, bygdamenn eru í parti og tey á Bumshamri eru í parti osv.
Vit spæla hóskvøld kl. 22 til 23.
Fyrstu dystirnir verða 30. september.
Byrjar:
07.10.2021 - KL. 22:00
Endar:
30.09.2021 - KL. 23:00
Komandi tiltøk
22
september
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
23
september
2026
Húsið stongt vegna jarðarferð í dag
Vegna jarðarferð er Húsið stongt mikudagin seinnapartin, men hava opið sum vanligt mikukvøldið
Vit hava opið aftur sum vanligt hósdagin
23
september
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganga ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei - Húsið er eisini opið sum vanligt.