Foreldrakunning - ung

Eins og hjá børnunum, so broytast umstøðurnar hjá teimum ungu, tá tey sleppa at vera í Húsinum um kvøldið. Nú eru aftur nýggj ting at taka støðu til - tað eyka frælsi krevur eisini meira ábyrgd. Tí hava vit í ár valt at bjóða inn til eina kunning um, hvussu ting ganga fyri seg hjá teimum ungu, tá tey eru hjá okkum - Hvat skal ein, hvat kan ein og hvat er ikki lov.
Sjálvandi er hetta eisini ein upplagdur møguleika hjá foreldrum at heilsa uppá starvsfólkini, at síggja umstøðurnar, og at spyrja um ymiskt.
Vit eru spent at heilsa uppá tykkum, og hoyra, hvørjar tankar tit hava í mun til tilboðið til okkara ungu.
Vit bjóða sjálvandi ein góðan munn við onkrum afturvið.
Vit hittast í Atlantis týskvøldið 5. september kl 20.30
Byrjar:
20.08.2024 - KL. 20:30
Komandi tiltøk
16
mai
2025
Húsið stongt - Dýri Biðidagur
Dýri biðidagur er altíð fríggjadag, áðrenn 4 sunnudag eftir páskir.
29
mai
2025
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt
05
juni
2025
Húsið stongt - Grundlógardagur