Kolossala køkukappingin á skránni - ung
Mikudagin er kolossala køkukappingin hjá teimum ungu á skránni. Kolossala køkukappingin snýr seg um at koma við flottastu, best smakkandi og mest kreativu køkuni til dómsnevndina at meta um.
Tú kanst koma við øllum sløgum av køku, einastu treytirnar eru:
- at tú gongur í 7. flokki ella hægri
- at køkan stendur á borðinum við inngongdina í seinasta lagi kl. 20.00 mikukvøldið 11. mai 2021
- at tú sum einstaklingur hevur teknað teg til kappingina innan kl. 20.00 mikukvøldið 11. mai 2021
- at tú, sum luttekur í bólki, hevur teknað teg til kappingina í seinasta lagið innan kl. 23.00 mánakvøldið 10. mai 2021. GG: tey sum luttaka í bólki kunnu ikki vera fleiri enn 4 í hvørjum bólki.
Vinnarin verður valdur av eini dómsnevnd og áskoðarum í felag. Stigini hjá dómsnevndini telja 60% av stigunum og stigini hjá ákoðarum 40% av stigunum.
Kl. 21.00 verður sett gongd á atkvøðugreiðsluna. Vinnarin verður kunngjørdur 12. mai 2021, tá dómsnevndin er komin til eina niðurstøðu, og í seinasta lagið kl. 23.00
Vit gleða okkum at síggja og smakka nógvar lekrar keativar køkur mikukvøldið 12. mai