Pyjamas-party fyri børn

Nú nærkast heysfrítíðin, og tað er mega langt síðani vit hava havt pyjamas-party. Vit halda, at tíðin er komin, so fríggjakvøldið 9. oktober verður pyjamas-party fyri børnini í Húsinum. 

Tað er ókeypis at luttaka, men vit høvdu verið sera fegin, um onkur tímdi at baka bollar, pylsubreyð, køku ella okkurt heilt annað til okkum.

Kioskin verður opin nakrar ferðir gjøgnum náttina, men børnini eru sjálvandi eisini vælkomin at hava okkurt lekkurt við

Vit byrja kl. 21.00, og skal man luttaka, so krevur tað, at man teknar seg hjá einum av starvsfólkunum í Húsinum. Tá tú teknar teg, so skalt tú hava loyvi frá foreldra ella verja við. Skjalið finnur tú niðast her á síðuni ella í Húsinum. 

Vit fara at hugna okkum! Eta okkurt lekkurt, kappast, spæla, tosa, fjasa, sova???, flenna. Seinasta freist at tekna seg er hósdagin 8. oktober kl. 16.25

Pyjamas-party børn 2026.pdf

 

Byrjar:
09.10.2026 - KL. 21:00
Endar:
10.10.2026 - KL. 08:00

Komandi tiltøk

27 oktober
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
28 oktober
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganga ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei -  Húsið er eisini opið sum vanligt.
28 oktober
2026
Útferðardagur - ung
Hvønn mikudag fara 2 starvsfólk í egnum bilum við upp til 8 ungum onkrastaðni. Tað kundi t.d. verið at spælt paddel í Runavík, vitja við Prestá á Skála, biograf í Havn, ein túr runt Toftavatn ella bara ein biltúr til Viðareiðis - bert hugflogið setur mørk. Av tí, at bert 8 ung sleppa við, so krevu…