Diskotek fyri børn

Nú er aftur tíð at dansa:) Tað nærkast Valentines Day, so tað er upplagt at evnið hesa ferð er kærleiki - tað merkir hjørtur, reytt, blómur:) Vit dansa frá kl. 18.00 til kl. 21.00

Vit bjóða pizza, og kanska hava vit eisini eina lítla bíliga sodavatnsbarr, so kanska tað loysir seg at hava okkurt leyst uppi á sær

Tí at vit eru farin í kærleiksevnið, so fara at heita á øll børn um at hava okkurt reytt uppi á sær

Tað kostar 30,- kr fyri limir (minnist til limakortið) og 50,- kr fyri onnur

Vit gleða okkum at hátíðarhalda kærleikan við tykkum:)

Byrjar:
11.02.2020 - KL. 18:00

Komandi tiltøk

02 mai
2024
KVISS við Jeggi
Veitst tú eina rúgvu? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna:) Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt:)
09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt 
20 mai
2024
Húsið stongt - Hvítusunna