Kom og baka piparnøtur við Hans Edward:) - børn
Vistu tit av, at Hans Edward faktisk er útlærdur bakari?:) Hann dugir so sera væl at baka piparnøtur, so kom ein túr oman í Húsið og hjálp honum - kanska hann hevur onkra loyniliga uppskrift:)
Byrjar:
09.12.2019 - KL. 14:00
Komandi tiltøk
21
september
2026
Jónas Jam
Tey ungu hava ynskt sær eina tónleikaløtu saman við Jónas. Tey ynskja at sleppa at spæla ljóðføri og at syngja, so nú hava vit syrgt fyri bæði at seta løtuna á skrá, men eisini at útvega teimum ljóðføri, so tey kunnu sleppa at spæla - har er okkurt fyri øll, so ikki er neyðugt at halda seg aftur
22
september
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
23
september
2026
Húsið stongt vegna jarðarferð í dag
Vegna jarðarferð er Húsið stongt mikudagin seinnapartin, men hava opið sum vanligt mikukvøldið
Vit hava opið aftur sum vanligt hósdagin