Húsfundur fyri børn
Hvønn mikudag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kanska ynskja onkrar broytingar.
Byrjar:
19.11.2026 - KL. 15:00
Endar:
19.11.2026 - KL. 15:15
Komandi tiltøk
17
november
2026
Køksdagur - børn
Hvønn týsdag eru vit í køkinum. Tað kann vera, at vit baka okkurt, kóka okkurt, gera okkurt lekkurt vatn ella okkurt heilt annað, men ætlanin er í øllum førum at brúka dagin í køkinum
18
november
2026
Út av Húsinum-dagur - børn
Í dag fara vit út av Húsinum.......Vit ganga ein túr, fara ein biltúr, keypa inn, fara at vitja onkran ella okkurt heilt annað, men í øllum førum fara, tey sum tíma, út av Húsinum eina løtu. Men stúr ei - Húsið er eisini opið sum vanligt.
18
november
2026
Til Havnar vit fara........børn
Í dag er ætlanin at fara til Havnar í biograf.
Vit fara at hyggja eftir Scrooge. Hann er 11 ára aldurmark og hevur enska talu. Filmurin byrjar kl. 17.05, so vit fara úr Klaksvík umleið 15.50
Um tú vilt við, so er at skunda tær at tekna teg til túrin hjá einum av starvsfólkunum í seinasta lagið frí…