Húsfundur fyri børn
Hvønn hósdag hava vit húsfund. Tað er tá vit kunna um ymisku tiltøkini, sum eru á skrá og kanska taka onkur praktisk ting upp. Tað er eisini á húsfundinum at børnini hava eitt upplagt høvið at fáa ávirkan á, hvat vit gera í Húsinum. Tey kunnu koma við hugskotum, ynskja sær okkurt til Húsið ella kanska ynskja onkrar broytingar.
Byrjar:
04.03.2021 - KL. 15:00
Endar:
04.03.2021 - KL. 15:30
Komandi tiltøk
01
mars
2021
Vit gera fidgets - Børn
Mánadagin fara vit at (royna) at gera fidgets. Tit eru meira enn vælkomin at hava tykkara egna tilfar við og kanska læra okkum okkurt :)
02
mars
2021
Felagsnevnarir - Børn
Týsdagin fara vit at spæla felagsnevnarir. Hvat hava vit til felags?
Vit byrja kl. 14.30
03
mars
2021
Beauty salon - Børn
Mikudagin fara Bjørg, Elsebet og Malena at gera tykkum enn vakrari.
The Beauty salon opnar kl. 14.30 :)