Vit hita upp til val við Ragnar Joensen

Ja, nú stundar til val! Onkur av tykkum sleppur á val fyri fyrstu ferð, og tað er so mega spennandi, men vita tit, hvat tit skulu velja? Vit hava fingið Ragnar Joensen at koma at gera valið eitt sindur lættari hjá tykkum. Hann fer at greiða okkum frá muninum millum flokkarnar vinstumegin miðjuna og høgrumegin miðjuna, umframt at hann eisini fer at siga okkum eitt sindur um loysing og samband. 

Fyri tykkum, sum sleppa á val fyri fyrstu ferð, verður valið kanska eitt sindur lættari, og fyri tykkum sum enn ikki hava aldur......ja, kanska tit fáa okkurt at vita, sum tit ikki vistu:)

Byrjar:
29.08.2019 - KL. 20:30

Komandi tiltøk

26 apríl
2024
Húsið stongt - Dýri Biðidagur
Dýri biðidagur er altíð fríggjadag, áðrenn 4 sunnudag eftir páskir. 
02 mai
2024
KVISS við Jeggi
Veitst tú eina rúgvu? Nú sleppur tú í øllum førum at royna teg. Jeggi hevur gjørt eina svaka kviss, og tað snýr seg sjálvandi um at vinna:) Kom oman ein túr og royn teg - kanska tú vinnur okkurt:)
09 mai
2024
Húsið stongt - Kr. Himmalsfaradagur
Húsið er stongt