02.09.2019

Fyrstu 2 vikurnar eftir summarfrítíðina

Vit eru ovfarin av, hvussu væl vitjað Húsið er. Bert 2 vikur eftir, at Húsið er opið aftur eftir summarfrítíðina hava 153+ børn og 88+ ung vitjað Húsið.

Tað vita vit, tí tey skriva sítt navn á eitt stempulkort, og fáa síðani eitt klisturmerki hvønn dag, tey eru og vitja Húsið. Tey sum hava fingið flest merkir hava 11 merkir í bókini, og tey sum hava minst, hava 1 merki, men undir øllum umstøðum er talan um 242 ymiskar persónar......tað er ikki heilt einki.

Vit eru fegin um, at 3. flokkur hevur tikið tilboðið til sín - øll hesu spentu børnini, sum hava glett seg at koma, og har Húsið er ein nýggjur heimur, har tey eru meira sjálvbjargin, og hava frítt at fara.

Vit eru sanniliga eisini glað at síggja øll tey kendu andlitini frá í fjørð aftur - nú eru tey so bara 1 ár eldri í okkara tíðarrokning.

Sum tað er fantastiskt, ha?:) Man kann í øllum førum siga, at tørvurin á okkum er til staðar:)