31.08.2019

Myndakapping - hvat gert tú, tá mamma tín ikki sær? - ung

Mánadagin byrjar stóra myndakapping í Húsinum. Evnið er ungdomsmentan - við undirheitinum: Hvat. gert tú, tá mamma tín ikki sær. Tað merkir, at vit vilja hava tykkum at vísa okkum, hvat ungdomsmentan 2019 er. Hetta er eitt sera breitt evnið, so næstan alt er lov, men tað sum tit skulu hugsað er: hvat brúki eg mína tíð til, hvat er umráðandi fyri meg, og hvat er serstakt fyri ung í 2019. Síðani skulu tit royna at vísa tað í eini mynd.

Minnist tó til, at myndirnar skulu tolað at verða vístar alment, og minnist eisini til, at mynd krevur samtykki, so um tú tekur eina mynd av øðrum persóni, so mást tú fáa loyvi at brúka hana.

Fyri at skjóta kappingina orduliga í gongd - hava vit fingið Eyðbjørn Jacobsen at koma framvið í Húsinum mánakvøldið 2. september at greiða okkum eitt sindur frá, hvussu vit fáa eina góða mynd.

Ætlanin er - tá kappingin er av, og vinnarin funnin - at gera eina myndaframsýning við øllum myndunum.

Vit lova eisini, at ein góður vinningur er til bestu mynd.

Treytirnar fyri at vera við í kappingini eru:

- tú skalt ganga í 7. flokki ella eldri og ikki vera blivin 19 ár.

- tú skalt brúka fartelefonina at taka myndir við

-tú skal leggja myndirnar á instagram við #jazzhúsið innan 31. september kl. 23.59